Skip to main content

Veðrar løgdu fyri


So er fyrsti filmsdagurin í Lübeck farin aftur um  bak. Filmurin, sum opnaði 57. Norðurlendsku filmsstevnuna í týska Hansabýnum, var íslendski Veðrar, á íslendskum Hrútar, á týskum Sture Böcke og sum altjóða plakatin sigur: Rams


Og gamli filmurin Bye Bye Bluebird hjá Katrin Ottarsdóttir verður eisini sýndur saman við Rams hesar dagar.


Íslendski veðrafilmurin er um aldrandi brøðurnar Gummi (Sigurður Sigurjónsson) og Kiddi (Theodór Júlíusson), sum báðir vóru millum festivalgestirnar. Hin bulmikli Gunnar Jónsson er Grímur, men spælir eisini Fúsi í nýggja virðislønta filminum Virgin Mountain, sum eg vónandi síggi í morgin. Her eru teir allir avmydaðir í biograffoyérini. Annars búgvi eg á somu hædd sum Theodór Júliusson, og havi júst heilsa uppá hann í hvítum kimono. Stuttligur maður.


Í filminum Veðrar eru Gummi og Kiddi grannar, og hava arvað seyð og bóndagarð, men tosa ikki saman. Tað hava teir ikki gjørt í fjøruti ár. Teir hava bara seyð at ganga uppí, og eru annars púra einsamallir í dalinum. Men so kemur ridluskriði og við honum tað óunnuliga, sum fær alt undan kavi. Og kavi er eisini.


Í endanum er ein sena, sum fer at brenna seg á nethinnuna hjá Oscardómsnevndini, sum beint nú situr og hyggur eftir filminum. Tað fortaldi leikstjórin Grímur Hákonarson úr Brasil, innan hann fleyg víðari til Los Angeles at promovera filmin. Teir duga, íslendingar á filmi. Men eins og við Hross í oss havi eg hug at anda inn og stilla meg nakað burturfrá teimum, ið hálova filmunum. Filmarnir eru báðir av bygd, og við turrisliga sparnum dialogi lýsa teir viðurskiftini millum fólk, ið fáast við kríatúr í nærum óbygdum. Hóast henda søgan er sterk og einføld, aftri eg meg við at taka rurala rustikkin til mín við opnum ørmum. Hesin fimur skal njótrast eini fýra, fimm kúfóður. Men livst, so spyrst. Skjótt verður greitt hvørjir fimm filmar eru við í endaligu Oscarkappingini um besta útlendska filmin. Teir fimm plaga allir at vera spennandi.  Eftir íslendsku veðrasýningina var móttøka í kirkjuni Dom zu Lübeck og mín sann, um tey ikki høvdu veðrar í túninum. Tey duga eisini í Týsklandi.